140x140

Svimjihyljar

Flestu svimjihyljar verða nógv vitjaðir, bæði av vaksnum og børnum. Fyri at sleppa undan heilsuvanda, er týdningarmikið, at svimjihyljar hava vælvirkandi reinsiskipan og filtur soleiðis, at góðskan á vatninum í hyljunum er góð, eins og tað er týdningarmikið, at brúsu- og umklæðingarrúm verða hildin rein.

Einans svimjihyljar, sum lúka serlig reinføriskrøv, kunnu hava alment opið.

Vegleiðing frá Naturstyrelsen

Vegleiðing ætlað myndugleikum, sum hava eftirlit við svimjihyljum, ábyrgdarfólki í svimjihylinum og starvsfólki, sum hava dagliga raksturin um hendi.

Donsk vegleiðing "Kontrol med svømmebade" (Naturstyrelsen, 2013).

Skeið

Tey, ið hava ábyrgd av svimjihylum, skulu hava luttikið á serligum skeiði í svimjihylstøkni og -røkt. Lýst verður tá næsta skeiðið verður hildið.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

Svimjihyljar